Setrið gjørt manual um heilsufótbólt til diabetes2

Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við International Diabetes Federation Europe (IDF), Syddansk Universiteti og Diabetesfelagnum gjørt ein manual um heilsufótbólt til fólk við diabetes2, skrivar setur.fo.

 

Mangan hungra fólk eftir at síggja, hvat gransking kann brúkast til í verki. Og tað er nýggi manualurin um heilsufótbólt til fólk, sum hava diabetes2, eitt avbera gott dømi um.

 

Samstarvið um hesa vegleiðandi handbókina kom í lag eftir, at May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevði hildið fyrilestur á altjóða ráðstevnu hjá IDF í Bangkok í fjør um síni granskingarúrslit um heilsufótbólt og diabetes2.

 

May-Britt og Magni Mohr, professari á Setrinum, hava havt høvuðsábyrgdina av innihaldinum í samstarvi við Peter Krustrup og Tinu-Theu Nielsen á SDU.

 

Fyrr í ár var May-Britt saman við Camillu Prisak Pedersen frá SDU í Ljubjana í Slovenia, har tær vístu luttakarum hjá IDF, hvussu manualurin skal brúkast í verki.

 

- Vit vóna, at europeisku diabetesfeløgini eisini vilja taka heilsufótbóltin til sín, og vit í granskingartoymunum eru fús at skipa fyri instruktørskeiðum í tí sambandi, sigur May-Britt Skoradal.

 

Meira um hetta sæst á setur.fo ella trýst her: Setrið gjørt manual um heilsufótbólt til diabetes2 - Setur