Tær báðar amerikansku herdeildirnar, sum fóru um irakska markið og settu kós norðureftir, møttu lítlari og ongari mótstøðu, og í gjár var onnur deildin komin næstan 200 kilometrar norður frá markinum. Hermenninir møttu bert onkrum hissini irakskum mótálopi.
Tað var kortini greitt longu frammanundan, at Irak fór ikki at gera stórvegis mótstøðu her, tí irakska leiðslan hevur valt at savna sínar hermenn aðrastaðni. Herurin skal serliga verja høvuðsstaðin Bagdad, og tí vænta amerikanararnir sær munandi harðari mótstøðu, tá teir koma hagar.
Bretskir hermenn tóku seg í gjár ímóti týðandi oljubýnum Basra har suðuri í Irak. Har sóu teir eisini, at irakar høvdu sett eld á fleiri oljukeldur, eins og teir gjørdu í Flógvakrígnum fyri tólv árum síðani. Teir bretsku hermenninir fingu harðari mótstøðu har suðuri, enn amerikanararnir fingu har vesturi, og roknað varð eisini við, at irakski herurin ætlaði sær at verja Basra.
Irak hevur eisini týðandi oljuleiðir har norðuri í landinum, og í gjár ljóðaði, at amerikanskir hermenn høvdu tikið tær.