Sett leiðara

Aksel Haraldsen er settur í starv sum dagligur leiðari fyri Televarpið

STARV

Hann kemur frá einum øðrum leiðarastarvi hjá Føroya Tele innan kundarøkt.
Nýggi leiðarin er útbúgvin elektrikari. Hann hevur starvast hjá SEV, áðrenn hann byrjaði hjá Føroya Tele. Nøkur kenna hann kanska eisini aftur frá føroyskari svimjing.
Hann verður einasta starvsfólki hjá Televarpinum. Restin av funktiónunum verða latnar øðrum at umsita fyri Televarpið.
Televarpið er dótturfelag hjá Føroya Tele, men hevur sundurskildan roknskap og verður sum so rikið sum ein fyritøka fyri seg.