Tað er eitt satt lukkutreff, at ein ungur maður ikki varð dripin eina náttina herfyri uppi á Oyggjarvegnum. Og tað er eitt líka stórt undur, at ein annar ungur maður ikki bleiv drápsmaður hesa somu náttina.Tað varð eina vetrarnátt, at ein váttligur býtúrur hjá endaði við, at øvundsjúka um eina gentu fekk tað fullkomiliga at sláa klikk hjá øðrum dronginum við tí úrsliti, at hann doyvdi hin við heilivági, førdu hann niðan a Oyggjavegin, har hann koyrdi á hann við bili.Gerningsmaðurin vælkendur hjá løgregluni og hann hevur verið regluligir gestur í rættinum.Hann hevur áður verið í Føroya Rætti, har hann hevur staðið til svars fyri hetta brotsverkið og fleiri onnur lógarbrot, har hann bæði hevur verið harðligur, koyrt bil við kenning, koyrt við ongum koyrikorti og fyri at hava roynt at burturbeina prógv í einum sera álvarsligum máli um eldáseting.Samstundis hevur hann ein annan dóm hangandi yvir sær.Alt hetta kostaði honum tveir mánaðir í fongsli og eina bót upp á 20.000 krónur. Samstundis fær hann ikki koyrikortið aftur fyrrenn um fimm ár, ella í 2014.Men hann helt, at revsingin var ov hørð og skeyt málið inn fyri landsrættin, sum nú hevur viðgjørt málið.Tað einasta, hann fekk burtur úr tí, var, at at 5000 krónur vóru skarvaðar av bótini, annars skal hann sita akkurát líka leingi.Men hann var ikki heilt ónøgdir við úrslitið, tí sum hann tók til í landsrættinum: Alt ger mun.Fylgdu gentu heimGerningsmaður og offur vóru annars góðir gamlir vinmenn og eitt vetrarkvøld fóru teir í býin Út á morgunin hevði annar drongurin fylgt eini gentu heim, sum tað vísti seg, at vinmaðurin hevði gott eyga á hesi somu gentu. Nakað seinni út á morgunin, ringdi drongurin, sum hevði gott eyga á gentuni til drongin, sum hevði fylgt henni heim og bjóðaði honum biltúr. Við í bilinum var eisini ein annar drongur og ein genta. Eftir at hava koyrt runt í Havnini eina løtu, koyrdu tey heim til drongin, sum hevði bjóðað biltúr á gentuni og hann fór inn eina løtu. Tá ið hann kom út aftur, endaði tað við einum drama, sum mundi kostað øðrum dreinginum lívið og mundi gjørt hin til drápsmann Doyvdur og yvirkoyrdur Teir koyrdu aftur runt í Havnini men meðan teir koyrdu, tvingaðu hini í bilinum drongurin, sum hevði fylgt gentuni heim, at eta nakrar hvítar tablettir, sum vóru knústar niður í eitt kaffifiltur. Í rættinum fortaldi hann, at hann royndi at muta ímóti, men tað hjálpti onki og hann kendi seg so kroystan, at hann át nakrar av tablettunum. Hóast hann spurdi, fekk hann heldur ikki at vita, hvat tað vóru fyri tablettir. - Tað einasta, teir søgdu, var, at hetta var gott, greiddi hann frá í rættinum. Tað kom fram í rættinum, at teir høvdu kallað tablettirnar ”hvítar rakettir” og høvdu bilt dreinginum inn, at talan var um amfetamin.Tá ið hann hevði etið tablettirnar koyrdu teir niðan á Oyggjarvegin, har teir brádliga steðgaðu kravdu, at hann fór úr bilinum áleið har, sum Hotel Føroyar er. Í fyrstuni helt hann tað vera skemt, men tá ið hann sá, at teir meintu tað í álvara, fór hann úr bilinum og fór til gongu oman ímóti Havnini. Men tá komu hinir báðir dreingirnir eftir honum og vóru rættiliga ágangandi. Tá fekk hann at vita, at hann skuldi blivið “knústur sundur” fyri at hava verið nærgangandi ímóti gentuni, hann hevði fylgt heim stutt frammanundan. Hinir báðir blivu óðari og óðari og tí helt hann til beins oman ímóti Havnini.Tá ið hinir báðir dreingirnir ikki kláraðu at renna hann upp, fór drongurin, sum hevði hug á gentuni, í bilin, hóast hann hevði kenning, og koyrdi eftir dronginum. Hóast hann rann heilt yvir í vegøkslina í vinstru síðu, koyrdi hin aftan á og tað endaði við, at hann varð ákoyrdur og slongdur út í grasið. Hann meiðslaði seg ikki illa og hann ringdi eftir løgregluni. Við løgregluna segði hann sagt, at teir høvdu koyrt hann yvir við bili.... Hinir báðir drongirnir steðgaðu á eina løtu, men so koyrdu teir oman aftur til Havnar og lótu ákoyrda dreingin ganga eftir. Setti lívið í vága Maðurin, sum koyrdi á drongin varð ákærdur eftir grein fyri púra fyrilitarleyst at hava sett lívið og heilsuna á hinum dronginum í álvarsligan vanda. Tað var ógreitt um drongurin varð ákoyrdur við vilja. Drongurin, sum var komin við í bilin segði, at tann svartsjúki drongurin koyrdi hin dreingin yvir við vilja. Hann helt eisini at ætlanin kundi vera at beina fyri honum og at tað var ófatiligt, at tað ikki hendi størri skaði. Men ákærin legði dent á, at tað gjørdi ongan mun um tað var við vilja ella ikki, tí hann mátti vita, at hann setti lívið og heilsuna á tí ákoyrda dronginum í álvarsligan vanda við fyrst at tvinga hann at eta doyvandi heilivág og fyri síðani at koyra eftir honum. Samstundis hevði hann kenning sjálvur og hevði sostatt heldur ikki nóg gott tamarhald á bilinum. Ákærin vísti eisini, at kanningar hava víst, at tablettirnar, teir høvdu tvingað drongin at eta, vóru doyvandi. Hinvegin vísti verjin hjá ákærda á, at talan var um eitt doyvandi evni, sum var so veikt, at tað fekst í hondkeypi og er í sjóverkstablettum. Hann helt heldur ikki, at tað var prógvað, at hann var fullur. Hinvegin hevur tann ákærdi partvís játtað seg sekan. Hann hevur viðgingið at hann gav offrinum heilivág fyri at doyva hann. Hann hevur eisini viðgingið, at hann koyrdi aftan á hann, men hann tvíheldur um, at tað var eitt óhapp, at hann varð ákoyrdur. Áæranum viðhald í øllum ákærum. Tó helt rætturin ikki, at tað var prógvað, at drongurin varð yvirkoyrdur við vilja. Hinvegin varð tað prógvað, at ákærdi hevði ætlað at doyvt hin við heilivági og tað var heilt óhugsandi, at hann ikki visti hvussu stóran vanda, hann setti offrið í við at koyra eftir honum tá ið hann harafturat hevði drukkið ov nógv til at koyra bil.