Settu egna lív í vága fyri at bjarga øðrum

Ríkisumboðsskrivstovan í Havn var mánadagin karmur um hátíðarløtu, tá teir tríggir Jacob Alfred Olsen, Rúni Nielsen og Eyðun Poulsen vóru heiðraðir fyri at seta teirra lív í veð fyri at bjarga øðrum monnum á sjónum

Teir settu sítt egna lív í vága fyri at bjarga øðrum mannalívum, og tí vóru teir tríggir Jacob Alfred Olsen, Rúni Nielsen og Eyðun Poulsen mánadagin bjóðaðir til Havnar at móttaka heiðursprís frá ríkisumboðnum Vibeke Larsen.

Talan er um »Kaptajn Johan Valdemar Witthusens Mindelegat«, sum varð handað á lítlari samkomu á Ríkisumboðsskrivstovuni í Havn.


Iris koppaði

Illveðursdagin 11. mars í 1997 hvølvdist útróðrarbáturin »Iris« av sera kraftmiklari glæðu, sum kom út frá landi henda morgunin, tá fleiri bátar vóru til fiskiskap millum Saksun og Múlan.

Bátarnir »Eyðbjørg« og »Elsa« fiskaðu nærhendis og komu beinanvegin til hjálpar soleiðis, at teir báðir Jacob Alfred Olsen og Rúni Nielsen fingu bjarga manninum umborð á »Iris«. Men hetta var langt frá vandaleyst.

Jacob Alfred Olsen minnist henda morgunin:

»Eg sá »Iris« sigla inn eftir einar trý hundrað metrar framman fyri meg, tá ein ógvuslig glæða kom út frá landi móti okkum. Og eg hugsaði, at tað skal vera løgið, um opni báturin framman fyri meg klárar hasa glæðuna. Eg setti ferð á motorin, mín bátur gongur 16 knob, og tá sýnið aftur gjørdist á eini leið sá eg, at »Iris« var koppaður og hevði tikið nógvan sjógv inn. Eg rópti beinanvegin um VHF?in. Hetta hoyrdi Jóhannus (maðurin umborð á »Iris«, blðm.) og eg haldi hetta gav honum mót, at onkur hevði sæð hann, so hann sparkaði seg út gjøgnum rútin í stýrhúsinum.«

Nú var Jacob Alfred Olsen komin heilt nær og hann hugsaði, at hann helst bert fekk ein kjans ? veðrið var sera vánaligt ? at bjarga Jóhannus umborð á »Iris«. Tað eydnaðist honum at fáa ein enda um armin á Jóhan. Hann fekk kortini ikki hálað hann inn um lúnningina. Men hetta eydnaðist, tá Rúni Nielsen, ið hevði ligið og fiskað nærhendis og hevði hoyrt neyðarrópið á VHF?inum, kom til hjálpar og somuleiðis uttan á hugsa um egið lív leyp umborð á bátin hjá Jacob Alfred Olsen. Og nú bar til at fáa mannin inn um lúnningina.

? Í 41 ár havi eg verið á sjónum, 29 ár sum yvirmaður, men ongantíð áður havi eg verið út fyri óhappum. Hetta var fyrstu ferð at lív stóð upp á spæl, so tað bara gott, at alt spældi væl av, sigur Jacob Alfred Olsen.


Leyp á sjógv

Saman við Jacob og Rúna fekk eisini Eyðun Poulsen heiðurstekin frá Ríkisumboðnum mánadagin.

Hetta var í sambandi við, at »Skarðhamar« 3. apríl í ár rendi á land. Eyðun Poulsen úr Skopun minnist hendingina soleiðis:

? Vit høvdu havt langa vakt, tríggir okkara vóru inntørnaðir, og tann fjóðri skuldi halda vakt. Brádliga vakna vit við, at skipið rørir seg á løgnan hátt. Vit tørnaðu út, og vit sóu beinanvegin, at hetta var álvarsligt. Røringarnar í skipinum gjørdust harðari og harðari, og vit sendu neyðarkall út.

Samstundis loystu teir umborð á »Skarðhamar« gummibátin frá, fyri at blaka hann á sjógvin. Men gummibáturin kom onkursvegna í klutur við línuna. Ein maður var í gummibátinum, men hetta var ikki nóg mikið.

? Vit royndu at blaka línu út fyri at hála gummibátin aftur móti skipinum, men línan var ov stutt. Tað var tá eg leyp í havið. Eg leyp akkurát sum eg stóð, eg veit ikki hvat eg hugsaði, minnist bara, at eg royndi at fáa styvlarnar av beinum meðan eg svam alt tað eg kundi móti gummibátinum.

Tað eydnaðist Eyðuni at kom upp í gummivbátinum. Og nú bar til hjá teimum báðum umborð at finna árarnar og rógva aftur móti skipinum.

? Ikki veit eg hví og hvussu, men samstundis sum vit rógva móti skipinum, loysnar tað klettinum. Vit fara inn á dekkið og síggja, at skipið lekur ikki meira enn lensipumpurnar klára at taka frá. Vit høvdu sent neyðarkall út. Hetta var sama nátt, sum Tjaldrið leitaði eftir Sjóborgini, og tað var ikki so langt frá sum hetta hendi.

Eyðun, ið líka sum teir báði Jacob og Rúni, var glaður fyri heiðurin mánadagin, viðgongur, at skelkurin framvegis býr í honum.? Rør báturin seg á løgnan hátt, sum kemur henda náttin í vár framvegis í mín hug.

51 ára gamli Eyðun hevur verið sjómaður síðan hann var 14 ár. Og sjógvurin er framvegis hansara arbeiðspláss.