Settu eld á seg

Ein ung genta og ein einkja, sum báðar vóru av tibetanskum uppruna, doyðu í dag, eftir at tær høvdu sett eld á seg har vesturi í Kina fyri at mótmæla teirri viðferð, sum Tibet fær frá teimum kinesisku myndugleikunum.

Radio Free Asia sigur, at tann unga gentan setti eld á seg á einum sølutorrgi leygardagin, og sambært felagsskapinum Free Tibet setti tann 32 ára gamla einkjan eld á seg í gjár uttan fyri eina løgreglustøð.

Báðar kvinnurnar doyðu í dag av brunasárunum. Sambært Free Tibert átta einkjan fýra børn.

Í seinastuni hava tíðindastovurnar borið tíðindi um fleiri tilburðir, har tibetanar hava sett eld á seg fyri at mótmæla kinesisku framferðini í Tibet.