Hósdagin í síðstu viku vórðu navnaskelti sett á fleiri av húsunum hjá landsstýrinum í Tinganesi. Tað er Jørleif Kúrberg, lærari á Tekniska skúla í Havn, sum hevur tikið stig til tiltakið.
– Eg havi havt hetta í huganum í nógv ár, sigur Jørleif Kúrberg, sum er vanur at ganga í Tinganesi – har omma hansara búði – við ferðfólki og greiða teimum frá um húsini og umhvørvið annars.
– Eg spurdi so Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um hetta, og hann helt hugskotið vera frálíkt. Síðani tosaði eg Marjuna Hanusardóttir, løgmangsstjóra, um tað praktiska og fígging, sigur Jørleif Kúrberg, sum síðani for í holt við fornminnissavnið, sum varðar av friðaðu bygningunum í Tinganesi.
Tað er Sørin Clementsen úr Hósvík, sum hevur gjørt skeltini.
– Tað hendi tað serliga á Tekniska skúla í Havn, at seinasta 13-talið í føroyska skúlaverkinum varð givið har á skúlanum, greiðir Jørleif Kúrberg frá.
Og tann sum fekk seinasta 13-tali var Sørin Clementsen, sum hevði gjørt eina cnc-maskinu, sum sker út úr træ, og tað er við hesi maskinu, at skeltini eru gjørd.
Jørleif Kúrberg hevði samband við Eyðun Luid, sum er húsavørður í Tinganesi.
– Hann var ótrúliga hjálpsamur og líka áhugaður sum eg í verkætlanini, sigur Jørleif Kúrberg.
Tá gomul húsanøvn skulu finnast, eru fólk mangan ójøvn á máli, hvat nú er tað »rætta« navnið, tí hús hava mangan skift nøvn gjøgnum tíðirnar. Slíkir trupulleikar hava eisini verið í samband við hesi húsanøvnini.
– Eg havi spurt fleiri eldri fólk, og havi eisini brúkt kortið frá blikkinsláarnum frá 1863. Onkustaðni hava vit havt tvey nøvn, og so hava vit valt tað eldra, til dømis gamla bakaríið, har Restorff byrjaði sítt bakaravirksemi, sigur Jørleif Kúrberg.
Ætlanin er at fara víðari við verkætlanini, og fáa nøvn á øll húsini. Tórshavnar Kommuna hevur í tveimum umførum í átti- og nítiárunum sett navnaskelti á nøkur hús í gomlu Havnini. Sambært Jørleif Kúrberg, so arbeiðir onkur eisini við at gera eina app til snildtelefonir, sum kann greiða frá um húsini í gomlu Havnini.
TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir av navnaskeltunum.