Settu sjóneykuna á harðskap

Mánadagin var ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har kyn og harðskapur vóru evni fyri fleiri fyrilestrum og kjaki

Mánadagin var harðskapur í miðdeplinum í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevna, sum hevði grundarlag í einum norðurlendskum granskingarátaki, ið gekk undir heitinum »Køn og Våld«, varð hildin í føroyska mentanarmiðdeplinum, og bæði føroyingar og útlendingar høvdu fyrilestrar.
Millum tey, sum røddu á ráðstevnuni, vóru Malan Marnersdóttir, Eyðun Andreassen, Elin R. Planck og Katrine Sidenius, yvirlækni á Rigshospitalets Center for Voldtægtsofre.
Ráðstevnan endaði við einum orðaskifti, har fólk eisini fingu høvi at seta spurningar ella gera viðmerkingar.