Tað er leiðslan í SEV, sum hevur biðið um fund við Maskinmeistarafelagið, har hon enn einaferð fer at umrøða sáttmálatrætuna við maskinmeistararnar.
Maskinmeistarafelagið tvíheldur um, at felagið hevur gjørt ein galdandi sáttmála og noktar at samráðast av nýggjum, hóast Karsten Hansen ikki góðkennir sáttmálan vegna ov stóra lønarhækking.
? Vit hava undirskrivað ein sáttmála, og tað er ikki okkara trupulleiki, at SEV ikki hevur havt sítt bakland í lagi, sigur Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
SEV hevur hinvegin ført fram, at felagsskapurin ikki kann flyta lønir eftir einum sáttmála, sum ikki er góðkendur í Fíggjarmálaráðnum. Støðan var undan fundinum so fastlæst, sum hon kann vera.