SEV umhugsar sjóvarfalls- og sólorku

2030 er lyklaárið hjá SEV. Tá hevur felagið nevniliga sett sær sum mál, at 100 prosent av elorkuna á landi skal koma frá grønari orku.


Higartil er felagið væl á veg, tí í 2015 stavaði 60 prosent av allari elframleiðsluni frá vatni og vindi. 42,3 prosent var frá vatnorku, meðan 17,8 prosent var frá vindorku.


Avbjóðingin hjá elfelagnum næstu árini verður tó at finna fleiri mátar at gagnnýta náttúrukreftirnar kring okkum, soleiðis at parturin frá grønari orku verður uppaftur størri. Í fyrstu atløgu verður tað gjørt við at seta fleiri vindmyllur upp sambært stjóranum í SEV, Hákun Djurhuus.


- Næstu fimm árini er ætlanin, at byggja tvær vindmyllulundir aftrat, umframt at vindmyllur verða settar upp í Suðuroynni. Tað er tað, ið liggur í kortunum í næstu fimm árini.


Fyri at røkka teimum 100 prosentunum, ið bæði SEV og landsmyndugleikarnir hava sett sum mál, so verður helst neyðugt at hugsa í nýggjum banum.


- Enn vita vit ikki, hvørjar verkætlanir verða gjørdar millum 2020 til 2030, tá vit skulu nærkast málinum, men tá kann vera neyðugt at hugsa nýtt. So tað kann væl vera, at vit fara at gera royndir við sjóvarfalls- og sólorku, sigur Hákun Djurhuus.