Árligi Supercup dysturin, sum er dysturin millum vinnararnar av Champions League og Europa League frá farna kappingarárið hevur í kvøld verið spældur.
Endaliga úrslitið var, at vinnararnir av Champions League frá farna kappingarárið, Real Madrid, vunnu dystin 3-2 ímóti Sevilla.
Tað var annars leingi líkt til at Sevilla skuldi vinna dystin. Teir førdu nevniliga 2-1 heilt til seinasta minutt av vanligu leiktíðini, tá Real Madrid verjuleikarin, Sergio Ramos, fekk javnað, og syrgt fyri at Real Madrid fekk longda leiktíð.
Í longdu leiktíðini eydnaðist tað eisini Real Madrid at skora í seinastu minuttunum tá ein annar verjuleikari, Dani Carvajal skoraði eftir frálíkt einmansavrik.
Talan var annars um eitt skert Real Madrid lið, sum var uttan leikarar sum Cristiano Ronaldo, Gareth Bale, Toni Kroos og Pepe.
Real Madrid – Sevilla 3-2 eftir longda leiktíð (1-1)
1-0 Marco Asensio, 20.
1-1 Franco Vazquz, 41.
1-2 Yevheniy Konoplyanka (Brotsspark), 72.
2-2 Sergio Ramos, 90.
3-2 Dani Carvajal, 119.