Seyður og seyðahald í Norðurlandahúsinum

Komandi mánakvøld klokk­an 19 verður kvøldseta í Norð­­ur­­land­­a­­hús­i­num u­m seyð og fjall­­gongu. Hetta er sama kvøld­­set­an, sum var í Ment­­an­­a­r­­hús­­­inum herfyri.

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var at kalla full­sett í Ment­an­ar­húsi­num í Fugl­­a­firði, har Frits Jo­hann­e­sen hevði sett upp á­hug­­­a­­verda skrá við seyð­a­­práti.

– Onkur tók til, at kvøld­ið var so upp­lýs­andi og á­hug­a­vert, at tað átti at verið bandað. Tá var Frits kvik­­ur at svara, vit far­a bar­a í Norð­­ur­land­­a­­hús­­ið við hes­um sama til­taki, siga tey úr Fuglafirði.

Magna Thomassen, lær­­ari, dótt­ir Petr­inu og Ro­­bert Jo­­en­sen, fer at siga frá um fað­ir sín, sum m. a. skriv­­aði um seyð og seyða­­hald í Norðoyggjum. Krist­in Poulsen, lærari, fer at siga frá seyðasøgum og seyðarakstri í Fuglafirði. Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, hevur hugarák í samband við at hava seyð og søgur frá faðir sínum, Evaldi Johannesen. Petur Martin Petersen, kunningarstjóri, ber fram eitt seyðakvæði, sum hann hevur yrkt. Dávur Winth­er, mentanarleiðari, fer at siga frá seyðarakstri á Skarv­anesi og eisini fer Niels Midjord at syngja: Fimm feitar flugur, sum ikki eru so væl­komnar í sambandi við seyðahald.

Vístar verða myndir við upp­vørpu á veggin frá fjall­gongu í Klemmuni, Gjógvará, Fjalli, Skarðhaga, á Góð­a­dali, Rustini og ein lítil filmur verður eisini vístur. Hesum stend­ur Kjart­an Mad­sen, fot­o­graf­ur, fyri.

Frits Johannesen hev­ur lagt kvøldsetuna, sum verð­ur í At­­høll­ini í Norð­ur­land­a­hús­i­num, til rættis. Kostn­að­ur­in fyri tiltakið er fimmti krón­ur.