Seyða-og fiskauppboðssøla á Bakka

Mentanarvikan Skýming byrjar í morgin við stórum familjutiltaki í Løkshøll og seyða-og fiskauppboðssølu á Bakka.

Mentanarvikan Skýming, sum alla næstu viku verður í Runavíkar-økinum, byrjar í morgin við stórum familjutiltaki í Løkshøll og seyða-og fiskauppboðssølu á Bakka.

 

Tað er Kappróðrarfelagið hjá NSÍ, sum stendur aftanfyri seyða-og fiskauppboðssøluna, sum verður á Bakka á Glyvrum frá klokkan 18 til 20 í annaðkvøld. 

 

Eftir uppboðssøluna verður møguleiki at fáa seyðin flettan á staðnum, og sambært skránni fyri mentanarvikuna verður byrjað at fletta klokkan 20 leygarkvøldið.

 

Í samband við seyða-og fiskauppboðssølutiltakið fæst eisini kaffi og suppa til keyps á Bakka.

 

In.fo fer í aðari grein at venda aftur til familjutiltakið, sum verður í Løkshøll leygardagin frá klokkan 14 til 17.