Seytjan ár síðani seinast

Í 2001 vendi nógv øðrvísi í toppinum við kappingarlok, enn tað gjørdi eftir fimta umfar

Tað er stutt millum umførini í fremstu fótbóltsdeildini. Fimta umfar var hóskvøldið, og longu seinnapartin í dag verður aftur fult umfar í fremstu røð.

 

KÍ er topplið við fullum stigatali. Tað kemur meiri enn so fyri, at ovasta liðið ikki hevur tapt, tá ið fimm umfør eru avgreidd, men tað kemur ikki so ofta fyri, at toppliðið eftir fimm umfør hevur fulla úrtøku.

Seinasta dømið um hetta var fyri seytjan árum síðani. Í 2001 var einki felagslið hjá teimum í Leirvík og Gøtu. GÍ var partur av bestu deildini, og eftir fimm umfør hevði GÍ fimtan stig. Tá fevndi kappingin bara um átjan umfør, og harvið var vegurin frá fimta umfari og fram til kappingarlok væl styttri, enn hann er tað í 2018.

 

GÍ var topplið við fullum stigatali fram til og við tíggjunda umfar. Hóast úrtøkan eftir tíggju umfør var 30 stig, so eydnaðist tað ikki GÍ at vinna FM í 2001. B36, sum eftir fimta umfar var á øðrum plássi við tíggju stigum og harvið var fimm stig aftanfyri GÍ, vann FM við 46 stigum ella fýra fleiri enn GÍ, sum endaði á øðrum plássi og harvið bara vann tólv stig í átta teimum síðstu umførunum.

 

Undan sætta umfari er KÍ fremst við fimtan stigum – fimm fleiri enn bæði NSÍ og HB. So fæst at síggja, hvussu støðutalvan fer at síggja út í oktober, tá ið punktum verður sett eftir 27. umfar.

 

Sætta umfar verður seinnapartin. Felags fyri allar dystirnar er, at fyrsta bríksl verður klokkan 15, og merkisvert er tað, at einki felag í høvuðsstaðnum eigur heimavøll ídag.

 

EB/Streymur – Víkingur: Eiler Rasmussen

NSÍ – HB: Kári J. á Høvdanum

Skála – KÍ: Rúni Gaardbo

07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen

Suðringar – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

550011315
NSÍ531111510
HB53117510
Víkingur5302769
EB/Streymur5221858
B365212767
Skála5203566
Suðroyingar51042103
AB5023382
07 Vestur50145121