ÍSF: 12 venjarar fingið prógv

Um vikuskiftið skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Bylgjuni í Runavík. Hetta er eitt innanhýsis skeið fyri venjarar hjá fimleikafelagnum Støkk. 12 venjarar luttóku a skeiðnum, og hesir fingur handa prógv, tá skeiðið var liðugt.

Hesi vóru, Jóhan Steingrund, Ámundur Berthelsen,  Jógvan Martin Langaard, Jákup Oluf Langaard,  Rókur T. Rasmussen, Karlina Justinussen, Karin í Homrum, Amona Karina Reyná, Anna Hanusson Joensen, Dávid Jónhardsson, Leivur Lassen og Rani T. Rasmussen.

- Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini, ”ítróttur og venjing”, ”ítróttaskaðar” og ”ítróttur og børn.”

- Fimleikafelagið Støkk er eitt av teimum føroysku Itróttarfeløgunum, sum leggur stóran dent á at hava útbúnar venjarar til síni lið. Hetta gleðast vit í ÍSF almikið um, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin. ÍSF vil tí vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt, skrivar ÍSF.

Á myndini síggjast tey 12, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið. Undirvísari var Heri Ziska.