Summar Festivalurin er fyri framman, og fyriskipararnir hava í longri tíð arbeitt við at skapa tríggjar spennandi og hendingaríkar dagar fyri fólk í øllum aldri.
Summar Festivalurin er tann stóri og breiði festivalurin, og tað sæst eisini aftur í innihaldinum, sum bæði er til vaksin, ung og børn.
– Vit hava gjørt klárt til tríggjar dagar fullar av undirhaldi til vaksin, ung og børn. Vit hava tríggjar útipallar, ein innipall til familjurnar, og samanlagt verða útivið 40 framførslur á festivalinum, sigur Erik Biskopstø.
Her kanst tú síggja video-samrøðu við Erik Biskopstø:
##med2##











