Ásgeir og Karin á G!

G!-festivalurin kunnger tvey nýggj nøvn, eitt íslendskt og eitt svenskt.

Á heimasíðuni sigur festivalurin millum annað soleiðis um nøvnini:

20 ára gamli Ásgeir Trausti hevur havt eina ótrúliga yrkisleið higartil. Hann gav síni fyrstu staklög út á sumri í 2012 og hittaði stórt við lagnum ”Leyndarmál”. Síðani kom fyrsta flögan, Dýrð í dauðaþögn, í september og tók alt Ísland við storm. Flögan seldi eftir bara trimum mánaðum meira enn 25.000 eintök í heimlandinum. Ongin onnur íslendsk útgáva hevur nakrantíð selt so nógv so skjótt.

Karin Park vaks upp í lítlu bygdini Djura í myrku skógunum í Dalarne í Svöríki. Frá tí hon var 5 ára gomul sang hon hvönn sunnudag í kirkjuni. Sum 7 ára gomul fór hon við foreldrunum til Japan og var send á missiónsskúla har í 3 ár, mestsum inni í jungluni, uttan útvarp, sjónvarp, blöð og poppmentan.

Karin Park slóg fyrst ígjögnum sum poppari í Noregi, har hon m.a. var í uppskotið til tvær norskar tónlistarheiðurslönir (Spellemanssprisen) fyri ”besta nýggja navn” og ”besti kvinniligi poppartistur” og vann Alarmprisen fyri ”besta nýggja navn”. Karin Park spælir í dag myrkan electroniskan popp við industrial, dubstep og synthpopp íkastum.