Stefan í Skorini
????
Keypmannahavn: Tónleikurin hjá Shakin' Stevens hevur ein ella annan løgnan eginleika, sum ger at hann framvegis selur fløgur og dregur stórar skarar av fólki til sínar framførslur. Og soleið-is var eisini í Keyp-mannahavn hetta kvøldið, tí eini 20.000 fólk vóru og lurtaðu.
Shaky legði ikki so ógvusliga fyri, møguliga fyri at spara krútið til seinni í framførsl-uni. Men tá hann fyrst spældi Oh Julie við sanginum Marie, Marie beint í hølunum, kom brádliga lív í fjøldina. Hann hevði ein vælmannaðan tón-leikabólk við sær á pallin, og tað gjørdi framførsluna livandi og góða.
Í blaðnum í morgin hava vit meira um kon-sertina hjá Shakin' Stevens í Keypmanna-havn.