Shay Given til Aston Villa

Fyri bara góðar 30 milliónir krónur hevur Aston Villa tryggja sær 35-ára gamla málmannin Shay Given. Hann er høgt í metum hjá nógvum fótbóltsserfrøðingum, men hevur seinastu tíðina siti á bonkinum hjá Manchester City, sum eisini hevur Gunnar Nielsen í hópinum.

Shay Given var fastur maður hjá Manchester City fram til kappingarbyrjan í fjør, tá Manchester City valdi at taka Joe Hart aftur eftir at hann hevði verið útleigaður í eitt ár. Síðani hevur Shay Given siti fyri tað mesta á bonkinum og tað er høvðusorsøkin til, at hann hevur skift til Aston Villa, veit Sky Sports at siga.

Shay Given hevur skrivað ein fimm ára langan sáttmála við Aston Villa. Hann skal avloysa Brad Friedel, sum somuleiðis hevur verið á liðið saman við Gunnari Nielsen.