Oljuleiting á Atlantsmóti
-Vit eru sera glað fyri at hava fingið eitt nýtt leitiloyvi saman við BP á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland. Í løtuni eru tey við at endurskoða metingar sínar av øllum økinum og hava enn ikki tikið endaliga støðu til, um tey skulu fara innaftur í hetta økið við fullari megi. Tann avgerðin verður tikin innan nakrar fáar mánaðir.
Uppá fyrispurning í hvønn mun hesar endurskoðaðu metingarnar hjá Shell eisini fevna um føroyska økið, har loyvi longu eru latin, sigur Lynda Armstrong, at av tí at Føroyaøkið er partur av sama jarðfrøðiliga bassenginum sum økini vestan fyri Hetland, so fevna teirra metingar eisini um føroyska landgrunnin.
-Økið er sjálvandi meira áhugavert nú enn fyri tveimum árum síðani, tá oljuprísurin var niðri á 10 dollarunum fyri tunnuna. Vísir tað seg, at tað er rætt og skilagott aftur at brúka pengar og orku til leiting og útbygging á Atlantsmótinum, vil tað vera millum framtíðar møguleikarnar, sum leiðslan í Shell skal taka støðu til. Shell arbeiðir rættiliga víða um og skal fyritøkan til at avgera, at hon skal brúka munandi upphæddir á Atlantsmótinum, so er eisini neyðugt, at økið er attraktivt.
Lynda Armstrong og Shell leiðslan sum heild fylgja væl við, hvat eitt nú BP fyritekur sær á føroyska landgrunninum. ?Vit eru greið yvir, at BP ætlar sær at bora í august, og skulu vit vera við í tí arbeiðinum, so skulu vit til at taka eina støðu væl áðrenn tað, og tað er so hetta vit royna at finna út av í løtuni. Svarið kunnu vit geva innan ein til tveir mánaðir. Tað skal takast av ovastu leiðsluni í Shell, sum er hon, ið ger av, hvar í heiminum fyritøkan skal gera framtíðar íløgur í bæði leiting og framleiðslu.
Lynda Armstrong ásannar, at føroyaøkið og annnars alt Atlantsmótið eru ein spennandi nýggj oljuprovins. Hon heldur, at úrslitið av 19. útbjóðingini í bretskum øki er gott fyri allar partar. Tað vísir eisini, at tað er stórur áhugi fyri økinum og heldur hon, at bæði oljufeløg og myndugleikar eru nøgdir við úrslitið.
Steðgur
Tað var fyri tveimum árum síðani, at Shell avgjrødi meira ella minni at taka seg úr øllum økinum millum Føroyar og Hetland. Lynda Armstrong velur at kalla hetta ein steðg. Shell hevði tá so nógvar aðrar møguleikarat velja millum, at Atlantsmótið varð lagt á hyllina. Eisini av teirri orsøk, at tað var so kostnaðarmikið at útvikla oljufelt her.
Nú er nógv broytt. Shell hevur fingið drúgvar royndir og ment sín tøkniliga førleika at arbeiða á djúpum vatni í Mexikanska flógvanum. Út frá teirra royndum aðrastaðni í verðini ber til at lækka kostnaðin av at útbyggja felt sum Foinaven munandi. Lynda Armstrong dylur heldur ikki fyri, at BP og Shell høvdu kunnað verið eitt gott team á Atlantsmótinum, tí BP hevur eisini drúgvar royndir á djúpum vatni. Feløgini arbeiða eisini saman á djúpum vatni nógva aðrastaðni í heiminum.
Herfyri segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, at Shell er vælkomið aftur í føroyskt øki. Tað gleðir Lyndu Armstrong og leggur hon aftrat, at so skjótt tey hava tikið eina avgerð, fer hon at seta seg í samband við føroyskar myndugleikar. ?Vit eru greið yvir, nær BP ætlar sær at bora í Svínoyarprosepktinum, og tað er tí greitt, at vit mugu koma til eina avgerð áðrenn tað.
Dong væl nøgt
Hjá danska oljufelagnum Dong eru tey sera væl nøgd við úrslitið av 19. útbjóðingini í Bretlandi. Søren Gath Hansen, stjóri sigur, at Dong við hesi útbjóðingini hevur fingið fótin fastan á Atlantsmótinum. Dong er við í fýra loyvum, sum Amerada Hess er operatørur í. Sosialurin skrivaði í farnu viku, at Dong varð vorðið operatørur í einum loyvi. Tað er ikki rætt. Søren Gath Hansen sigur, at við at hava fingið tillutað fýra av nýggju loyvunum vestan fyri Hetland hevur Hessbólkurin prógvað, at hann stendur fyri tøkniligum arbeiði á sera høgum støði. ?Dong er nú við bæði á føroyskum og bretskum øki, og tað eru vit fegnir um. Við hesum hava vit styrkt munandi um støðu okkara á Atlantsmótinum.