Har komu øll hittini síðani fyrst í sjeytiárunum og til dagin í dag. Tónleikurin riggaði væl, svingaði og pallframførslan var sum hon skuldi vera .
Væl kryddrað við humøri allan vegin, og ikki minst rock’n roll. Tað riggaði og swingaði. Lagt var út beinanvegin við vælsvingandi rocktónum og so komu løg sum Vufelivov, Minus til Plus og Folkevogn. Guitar og urga vóru í hásæti, meðan rockmaskinan koyrdivið fullari ferð. Steðgað varð ikki á millum løgini og tað so at siga koyrdi bara.
Keks
Stundin var so komn til sangin Hvalborg. Ferðin bleiv tikin eitt sindur av framførsluni o ljóðið var so gott sum sjáldan. Og sjálvsagt var løtan so komin til at kasta keks upp á pallin, sum siður er, tá hesi sangur verður spældur.
Og so setti Bundesen tíð av til beinleiðis samband við fólkið. Saman var sungið “halelujah”, meðan armar og hendir veitraðu til hgru og vinstru. Ja, fólksligt og hugaligt, at stúgvandi fullur Vágsbøur samdur lat Shubidua leiða seg hesa tónleikaligu hugnaløtu.
Bert tveir eru eftir av upprunamanningini, men hinir eru eisini dygdargóðir tónleikarar, og bólkurin er tí sera góður á palli. Tað kom eisini fram, tá guitarleikarin og ljómborðleikarin fóru í eina tónleikadyst, eina duel, har teir fingu víst sínar dygdir.
Dámur á pall
Og Bundesen smæddist ikki við at bjóða vøkrum føroyskum konufólkum á pallin. Og so kom sangurin um Kære Lone. Harnæst McArine og so Den Røde Trad, har fjøldin slapp at byrja.
Samspalið við fjøldina var ein sonn fragd alla tíðina.
Full ferð kom aftur á við Stærk Tobak, og guitarrockurin rullaði aftur.
Tá stílfulla og trygga framførslan hjá Bundesen & Co. var av, kravdust eykanummur, og endað var við Sexchikane, har lagið jú er av afrikanskum uppruna, og tískil swingaði eyka væl.
Frásøgumaðurin Sjúrður Skaale tók kenda tjóðskaparhugaða figurin hjá sær fram og staðfesti, at hetta var ússaligt danskt pjatt, men máti sanna, at hetta var ikki so galið viðhvørt.
Shu-Bi-Dua fingu Vágsbø at svinga og synja við. Hetta ar undirhald, væl spældur tónleikur, og hugni. Teir duga!!!Shubidua duga!