Polestar-deildin:
SÍ – ÍF 3-0 (25-19, 25-14, 25-20)
Eftir at hava tapt báðar sínar fyrstu dystir í kappingini, hevur SÍ við 3-0 sigri á ÍF í gjárkvøldið vunnið fýra dystir á rað og tykist í løtuni at vera besta boðið upp á finalupláss saman við Mjølni, tó at ÍF bara er trý stig aftanfyri SÍ og hevur spælt ein dyst færri.
Eftir javnleik 5-5 í fyrsta setti gjørdi SÍ eitt skarvslop upp á 14-7, og eftir hetta kom spenningur ongantíð aftur í settið, sum SÍ vann 25-19. Og spenningur kom í roynd og veru heldur ikki í dystin yvirhøvur, tí eftir 9-9 í øðrum setti reyk SÍ upp á 18-10, og so var tað bara ein avgreiðsluspurningur, til SÍ hevði vunnið settið 25-14.
Í triðja setti var ÍF stundum frammanfyri fyrstu løtuna, men fór at dragna eftir at SÍ var á komið á odda 11-10, og við fimm stigum á rað fór framum 16-10. Munurin minkaði ikki stórvegis, og so vann SÍ settið 25-20.
Støðan í Polestar-deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
Mjølnir |
8 |
17 |
21 |
|
2 |
SÍ |
7 |
10 |
15 |
|
3 |
ÍF |
6 |
6 |
12 |
|
4 |
Fleyr |
7 |
-10 |
6 |
|
5 |
Ternan |
8 |
-23 |
0 |
Mynd: SÍ
Flogbóltssamband Føroya










