Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið í Nes kommunu verður í fimleikarhøllini í Tofta skúla mánadagin hin 14. september klokkan 19.
- Tað er siðvenja í Nes kommunu, at almennur uppstillingarfundur er í samband við at manna lista til kommunuval. Øll, sum hava valbæri í Nes kommunu á valdegnum, kunnu koma á almenna listan, siga fyrireikararnir í Nes kommunu.
Í Nes kommunu eru sjey umboð í bygdaráðnum, og sambært kommunuvallógini, §6, kann ein listi hava færri og í mesta lagi fýra valevnir fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum.
Listin til kann tí í mesta lagi hava 11 valevnir.
- Vit ynskja sjálvsagt, at listin er fullmannaður til bygdaráðsvalið, og tí heita vit á fólk um at møta fjølment.
Fyrireikararnir til almenna uppstillingarfundin vísa á, at um fleiri enn 11 valevni verða í uppskoti, skal uppstillingarfundurin taka støðu til hvørji valevnini verða, sum koma at umboða listan.
Lagt verður aftrat, at listin sambært lóg skal hava millum 15 og 25 stillarar, og hesir verða eisini funnir á almenna uppstillingarfundinum.