Føroyski tungmálms bólkurin Sic fer á konsert í juni á pall saman við danska bólkinum Illdisposed, á tungmálmstiltakinum Herning Heavy Holocaust II.
Herning Heavy Holocaust II verður hildið í Kulturellen í Herning 8. juni, og umframt stóra høvuðsnavnið Illdisposed, spæla Sic og Nothing Less á tiltakinum. Illdisposed er eitt av best umtóktu tungmálmsnøvnunum í Danmark.
Dyrnar lata upp klokkan 21 og Sic fer á pallin klokkan 21.45
Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á www.billetten.dk fyri 80 krónur ella við dyrnar fyri 100 krónur.