SIC til Grikkalands

Seinastu tíðina hevur bólkurin SIC ikki verið so nógv at síggja til. Men man kann róliga siga, at nógv hevur verið at hoyra um bólkin.

Konsertfert

Eyðun Müller Thomsen

eydun_t@hotmail.com

USA, Ísland, Australia, Holland og Týskland hava øll ligið framvið og hildið eldin í SIC hesa seinastu tíð.

Í gjár bleiv so kunngjørt, at bólkurin skal til Athen í Grikkalandi.

Talan er um dagarnar frá 20-25. November, har ein konsert við SIC verður á mest vælumtókta rocksalinum í Athen 'Underworld', sum er nakað heilt fyri seg. Listamaðurin aftanfyri fløguhúsan hjá SIC, Seth Siro Anton hevur designað spælistaðið við síni sermerktu list.

Dagin eftir konsertina eru tveir langir arbeiðsdagar at síggja fram til.

Lagið frá SIC, 'Rosegarden In Hell' verður gjørt til sjónbandalag. Og aftur her stendur ein sera áhugaverdur maður aftanfyri produktiónini.