Sidney Lee er deyður

Danska løgreglan var til staðar, tá hetta hendi, og tí skal málið kannast av DUP.

Danska realitystjørnan Sidney Lee er deyður, 43 ára gamal. Hetta váttar familja hansara, vita danskir miðlar at siga.

 

Løgreglan upplýsir eisini fyri donskum miðlum, at løgreglan var á staðnum, tá hetta hendi, og tí verður málið latið DUP, Den Uafhængige Politiklagemyndighed. Hetta er vanlig mannagongd, tá løgreglan er til staðar við eitt deyðsfall.

 

Borgarliga navn hansara var Sidney Hassel Hansen, men hann gjørdist kendur í 00’unum, tá hann undir navninum Sidney Lee luttók í ymsum sjónvarpssendingum, sonevndum reality-sendingum. Tann fyrsta var sendingin Singleliv, men seinni var hann við í fleiri sendingum av sama slag.