Siga frá B36-KÍ og 07 Vestur HB í kvøld

Dysturin millum B36 og KÍ byrjar klokkan 18 og dysturin millum 07 Vestur og HB byrjar klokkan 19

HB og B36 møtast í finaluni um løgmansteypið, leygarkvøldið 25. mai, og tí eru tveir dystir framskundaðir í Betrideildini.

 

Klokkan 18 í kvøld spæla B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn. Heimaliðið má vinna fyri at hanga við í kappingini um tey evropeisku plássini, og útiliðið má vinna fyri at kunna leggja trýst á HB í FM-stríðnum.

 

Klokkan 19 í kvøld spæla 07 Vestur og HB vesturi á Dungasandi í Sørvági. Heimaliðið hevur brúk fyri stigum fyri at kunna lyfta seg uppum AB, og harvið hava ein teoretiskan møguleika at yvirliva í deildini, um bert eitt lið flytur upp úr 1. deild. HB kann við einum sigri koma enn nærri sínum 23. FM-heiti í søgu felagsins.

 

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá báðum dystunum á FM1.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligur frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.