Luksemborg hevur tapt 16-22 móti Slovakia og 22-32 móti Litava.
Føroyar hava tapt greitt 25-36 móti Litava, og tepurt 26-27 móti Slovakia.
Klokkan 14 í morgin spæla Litava og Slovakia bólkafinalu um hvør vinnur HM-undanundanbólkin, og harvið vinnur seg víðari til sjálva HM-undankappingina.
Klokkan 16.30 spæla vertstjóðin, Luksemborg og Føroyar um triðja plássið, har bæði liðini sera fegin vilja vinna fyri ikki at standa við ongum aftaná lokna kapping.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá HM-undanundankappingardystinum millum Luksemborg og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 16.10.
Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
1. | Litava | 2 dystir | 2 | 0 | 0 | 68:47 | 4 stig | |
2. | Slovakia | 2 | 2 | 0 | 0 | 49:42 | 4 | |
3. | Luksemborg | 2 | 0 | 0 | 2 | 38:54 | 0 | |
4. | FØROYAR | 2 dystir | 0 | 0 | 2 | 51:63 | 0 stig |