Rás2 spennir seg aftur út við hondbóltsfrásagnum mikukvøldið.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga beinleiðis frá teimum fyrru hálvfinalunum í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Sagt verður frá dystinum millum H71 og VÌF í Hoyvíkshøllini, og sagt verður eisini frá dystinum millum Neistan og StÍF, sum verður spældur í høllini á Hálsi í Havn. Sendingin byrjar klokkan 19.50.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.
Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystarlok í annaðkvøld.