Siga frá seinasta HM-dystinum hjá Føroyum

(Rás2) Tróndur Arge sigur frá Føroyar-Svøríki, sum byrjar klokkan 14. Pole J. Hansen verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 13.

Klokkan 14 í dag verður sjeynda og seinasta uppgávan hjá tí søguliga føroyska U21-manslandsliðnum í hondbólti, sum gjørdist tað fyrsta hondbóltslandsliðið, og tað fyrsta føroyska landsliðið í bóltítrótti yvirhøvur at taka lut í einum HM-endaspæli. Dysturin klokkan 14 verður ímóti Svøríki. Spælt verður um 15. plássið.

 

Svøríki trýsti Týsklandi í áttandapartsfinaluni ígjár, og neyðugt var við longdari leiktíð áðrenn tað koppaði vegin hjá týskarunum.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum Føroyar-Svøríki á Rás2, og Pole J. Hansen verður viðmerkjari. Samanspælið teirra millum hevur verið líka so fyrimyndarligt, sum hjá føroysku HM-hetjunum.

 

Sendingin á Rás2 byrjar við upptakt klokkan 13. Fyrst í sendingini fer Jonhard Hammer frá Miðlahúsinum at fortelja hvussu U21-landsliðið verður heiðrað í Vágsbotni ólavsøkukvøld. Aftaná tað hoyra vit upptaktssamrøður úr Algeria.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini hjá Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á FM 94,8.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá HM-dystinum. Samanumtøkur, ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo aftaná dystin.