Rás2 sigur frá trimum dystum í effodeildini um ólavsøkuna.
Í dag sigur Árni Gregersen frá dystinum millum TB/FCS/Royn og Víking, sum verður leiktur við Stórá í Trongisvági. Dysturin byrjar klokkan 17, og frásøgnin byrjar tá tíðindasendingin á Rás2 er liðug.
Ólavsøkuaftan verður sagt frá dystinum millum B36 og 07 Vestur, sum byrjar klokkan 18. Ólavsøkudag verður sagt frá dystinum millum HB og KÍ. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá dystunum, sum verða spældir á ólavsøku.
Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystirnar.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum, sum verða spældir. Eisini frá dystunum Skála-EB/Streymur og ÍF-NSÌ, sum báðir byrja klokkan 19 í kvøld.