Hondbólturin kemur at fylla nógv á Ràs2 hetta vikuskiftið.
Leygarkvøldið klokkan 18 verður Hilmar Jan Hansen staddur til seinnu hálvfinaluna í Coca Cola steypakappingini hjá kvinnum millum Kyndil og Neistan, og Tróndur Arge verður staddur til seinnu hálvfinaluna í somu kapping millum StÍF og VÍF. Báðir dystirnir byrja samstundis, og verður uppá skift sagt frá báðum dystum.
Kyndilskvinnur skulu royna at innheinta eina 17-14 leiðslu hjá Neistanum frá tí fyrra dystinum. Strandakvinnur hava ein sindur lættari setning. Tær skulu royna at heinta inn eina tepra 20-19 leiðslu hjá VÍF.
Sunnudagin klokkan 15 sigur Hilmar Jan Hansen frá seinnu hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini hjá monnum millum Neistan og StÍF í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin skal royna at innheinta eina 24-20 leiðslu hjá StÌF.
Klokkan 17 sunnudagin verður Tróndur Arge staddur uppi í Hoyvíkshøllini til dyst í somu kapping, har H71 skal royna at heinta inn eina 23-21 leiðslu, sum KIF hevur frá tí fyrru hálvfinaluni, sum var leikt í Kollafirði í gjárakvøldið.
Tað ber til hjá øllum at lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður, myndir o.a. tilfar kemur út á in.fo, bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið.