Rás2 og in.fo spenna seg aftur út við fótbóltinum hetta vikuskiftið.
Tróndur Arge sigur frá tveimum dystum á Rás2 hetta vikuskiftið :Fríggjadagin kl.15 sigur Tróndur frá HB-Skála (Sendingin byrjar klokkan 14.30)
Sunnudagin kl. 17.15 sigur Tróndur frá NSÍ-B36 (Sendingin byrjar klokkan 16.45 - vit frætta eisini frá teimum, sum hava verið í leiki fyri B68-KÍ, ÍF-AB og EB Streymi-Víkingi.
Sunnudagin vinnur besta sms´ið aftur eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin Føroyar-Finnland, sum verður á Tórsvølli, sunnudagin 7. september.
Aftaná dystin NSÍ vs B36, og samrøðurnar aftaná dystin, kunnu lurtararnir hoyra tað næstu fótbóltsreportasjuna úr Uruguay. Hesaferð um stórliðið í Montevideo, NACIONAL, sum hevur vunnið meistaraheitið heilar 44 ferðir, og suðuramerikonsku Champions League, Copa Libertadores tríggjar ferðir.
Tað ber til at hoyra frásøgnirnar á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101
Givið er, at tað ber eisini til fylgja øllum dystunum her á in.fo. Ljóðsamrøðurnar, sum verða á Rás2 verða sjálvandi at hoyra á in.fo aftaná dystirnar. Álvur Haraldsen fer at leggja út myndatema, og Johan Thomsen fer at gera videoupptøkur.