Venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Skaale Clementsen fegnast um at hava ført enn eitt lið í finaluna um løgmanssteypið. Áður hevur Sigfríður Skaale Clementsen ført B36 (2006) og EB/Streym (2009) í finaluna um løgmanssteypið.
Klæmint A. Olsen hjá NSÍ helt fyri aftaná dystin, at tað uttan iva var í ordan, at Víkingur vann samanlagt 4-3 í hálvfinaluni.
Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra prátini, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sigfríða Skaale Clementsen, Finn Justinussen og Atla Gregersen hjá Víkingi, umframt prátið við Klæmint A. Olsen hjá Víkingi. Fremst hoyrist frásøgnin av báðum málunum í 1-1 javnleikinum. Hilmar Jan Hansen segði frá dystinum á Rás2, og Helgi L. Petersen var viðmerkjari.