Tjóðveldi heitir á samgonguflokkarnar um at taka veruligar avleiðingar av, at løgmaður arbeiðir beinleiðis ímóti føroyskum áhugamálum. - Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, hevur bæði í hvalaveiðimálinum og í málinum um stjórnarskipan Føroya, arbeitt ímóti øllum løgtinginum og ímóti rættindum og áhugamálum hjá føroyska fólkinum. Tað sigur Høgni Hoydal í almennari fráboðan frá Tjóðveldinum.
Høgni Hoydal sigur, at útsagnir løgmans máa støðið undan politisku skipanini, og undan rættindum, sum fleiri ættarlið hava stríðst fyri.
- Bæði Javnaðar- og Fólkaflokkurin siga seg tíbetur taka frástøðu frá útsagnum løgmans ? men tað er ikki nóg mikið. Veruligar avleiðingar eiga at takast, soleiðis at orð løgmans ikki standa eftir sum almenna støða Føroya úteftir. Samgonguflokkarnir eiga tí boða frá, um teir hava álit á Kaj Leo Johannesen, løgmanni, og at greiða frá, hvussu teir vilja bøta um skaðan, sum hendur er, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.