Verkfall
? Verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hevur ikki rakt sjúkraflutningin um Vestmannasund og um Skopunarfjørð. Og so leingi menninir á Teistanum og Ternuni ikki beinleiðis verða koyrdir í land, verður sjúkraflutningurin ikki raktur.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað er ein stór misskiljing, tá ið fólk halda, at Skipara- og Navigatørfelagið eisini ætlar at leggja sjúkraflutningin lamnan.
Umframt at vera ferðamannaskip, røkja Teistin og Ternan eisini sjukraflutning um ávikavist Skopunarfjørð og Vestmannasund.
Og sunnunudagin kom fram, at hesin flutningur nú var í vanda, tí at ósemja er um, hvussu nógv yvirmenninir á bátunum báðum skulu hava í løn fyri at røkja sjúkraflutningin.
Fíggjarmálastýrið heldur, at teir skulu hava gjald fyri tilkallivakt, sum er 17 krónur um tíman vanligar dagar og 34 krónur um tímar vikuskiftini og heilidagar.
Skipara- og Navigatørfelagið heldur hinvegin uppá, at teir skulu hava vanliga løn og at gjaldið fyri tilkallivaktin bara er galdandi um kvøldið og um náttina, uttanfyri vanligu ferðaætlan.
?Tá ið vit lýstu verkfallið, boðað vit samstundis frá, at netupp sjúkraflutningurin er ikki umfataður av verkfallinum, sigur Ellintur Abrahamsen.
Tí eru yvirmenninir á Teistanum og Ternuni framvegis umborð á skipunum, til reiðar at føra sjúklingar og læknar um Vestmannasund og Skopunarfjørð.
? Og tað verða teir verandi, tí Strandferðslan hevur heldur ikki lýst verkbann ímóti teimum.
? Men ger hon tað, mugu teir íland, men so eru teir samstundis heilt leysur av skipunum og so verður heldur ongin sjúkraflutningur, sigur Ellintur Abrahamsen.
Men so er tað Strandferðslan, ella fíggjarmálastýrið, sum hevur steðga sjúkraflutninginum og ikki vit.
Men hann leggur dent á, at meðan teir eru tøkir, skulu teir hava vanliga løn, hóast talan ?bert? er um sjúkraflutning.
? Menninir fara ikki at verða tøkir til sjúkraflutning alt samdøgurið fyri ávikavist 17 og 34 krónur um tíman, leggur hann dent á. Teir skulu hava vanliga løn og vanligt gjald fyri tilkalling uppá 17 og 34 krónur uttanfyri vanligu ferðaætlanina.
?Antin eru teir umborð, ella hava teir heilt frí, so einfalt er tað.
Hinvegin legði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum eina við í Útvarpinum sunnukvøldið, at hann fór ikki at gjalda monnum løn, sum ikki vóru til arbeiðis og at hann fór at halda seg til ta vanliga og betala teimum gjaldið fyri tilkalling.
Sostatt er framvegis ósemja um lønina og Ellintur Abrahamsen vísir ikki aftur, at málið kann enda í rættinum um menninir ikki fáa sáttmálasettu lønina.