Danska løgreglan hevur nú staðfest, at teir fýra menninir, sum vórðu funnir deyðir úti fyri strondini við Hundige á Sjællandi í dag, høvdu siglt á ein brimgarð við havnina í Hundige. Báturin, sum er tí skjóttgangandi slagnum, varð funnin holvdur.
Løgreglan sigur, at menninir høvdu verið ein stimitúr í Keypmannahavn í gjár, og at vanlukkan hendi, tá teir vóru á veg aftur til Hundige í gjárkvøldið.
Tá menninir ikki komu fram, bleiv løgreglan boðsend. Ein tyrla fann fyrst ein av monnunum og seinni hinar tríggjar. Allir fýra vóru deyðir, tá teir vórðu funnir.