Um hálvgum fýra tíðina sunnudagin fekk løgreglan í eysturoynni eina fráboðan frá løgregluni í Klaksvík, at ein bátur var farin av Klaksvík við tveimum fullum monnum umborð.
Úr Klaksvík varð sagt, at menninir helst vóru á veg til Fuglafjarðar, har Varmakelda var um vikuskifti. Løgreglan stóð so fyri teimum, tá teir komu til Fuglafjørð, men menninir vendu út frá aftur, tá teir varnaðust løgregluna í Fuglafirði.
Og so byrjað ein jagstran meira ella minni, sum vardi langt út á kvøldið.
Vakthavandi sigur, at tað var eitt øgiligt stríð, tí eyga mátti haldast við menninar og bátin allatíðina. Teir sigldi fram við Leirvík og fóru so norður gjøgnum Kalsoyarfirðin. Løgreglan stóð í Kunoy, við Gjógv og í Oyndarfirði og helt eyguni við teimum.
Alt hetta fekk ein enda klokkan gott 22 á kvøldi, tá menninir løgdu at í Oyndarfirði. Teir varnaðust ikki løgregluna har, og hon fekk so handtikið menninar.
Teir verða nú skuldsettir fyri brot á sjólógina fyri at hava sent neyðrakettir út til stuttleika og fyri at hava siglt ávirkaðir av rúsdrekka.
Hetta vóru gamlir kenningar hjá løgregluni, sigur løgreglan í Runavík.