Strandferðslan boðar nú frá, at siglingin á Mykinesarleiðini verður longd í heyst, so siglt verður heilt fram til 18. oktober.
Siglt verður teir dagar, tá ið tyrlan ikki flýgur, t.e. týsdagar, hósdagar og leygardagar eftir hesari ferðaætlan.
Í heystfrítíðini verður siglt hvønn dag í vikuni.
Bílegging fer enn sum áður fram á www.mykines.fo. Klárt verður at bíleggja út á seinnapartin í dag.