Nýggjur sendimaður Føroya í London er Sigmundur Ísfeld. Hann avloysir John Rajani, sum hevur verið sendimaður seinastu trý árini og nú er farin aftur til Føroya at arbeiða á Løgmansskrivstovuni.
Sigmundur hevur áður starvast í uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni.
Hann tók við starvinum í London 1. september.