? Nógv fólk hava heitt á meg, um at hava eina listaframsýning, men tað havi eg ikki mót uppá, sigur Bibi.
Í staðin ætlar hon sær at fáa fólk, sum eiga málningar hjá pápanum, Sigmundi Petersen, at avfotografera teir, og senda henni myndirnar.
? Tað hevði verið deiligt, um fólk vildu sent hesi fotografi til mín. Pápi málaði heilt frá tí, hann var smádrongur og til hann doyði sum 70 ára gamal. Tí er ógvuliga nógv tilfar. Og eg hevði gott kunnað hugsað mær at savnað tað í eina bók, sum frá líður, greiðir Bibi frá.
Hóast Sigmund Petersen bæði gjørdi pastellmyndir, relief, skulpturar og skitsur, so er Bibi í fyrstu atløgu bert áhugað í málningunum; hitt hevur ongan áhuga enn, sigur hon.
? Fleiri av málningum hansara eru ikki signeraðir, og um fólk tí ivast um tað er ein av hansara málningum, so kann eg altíð koma út at hyggja, sigur Bibi, sum eisini bjóðar seg til at koma út at fotografera málningarnar, um fólk ikki sjálvi hætta sær.
? Tað einasta, eg ynski, er, at fólk taka eina mynd av málninginum, senda mær hana við postinum til Bibi Sigmundsdóttir, Niels Finsensgøta 38, Tórshavn. Tey mugu endiliga minnast til at viðmerkja hvør eigur málningin, og nær hann er frá, á baksíðuna á myndini. Myndin má sendast við postinum, tí eg dugi ikki at manerera við teldur, sigur Bibi at enda flennandi.