Signar fær sína kanning

SAMBART útvarpinum fær Signar Hansen nú sína nógv umrøddu kanning. Hetta hendir eftir at 13 tingmenn hava heitt á tingformannin um at seta ein kanningarstjóra, sum fær til uppgávu at kanna leiklutin hjá Signar á Brúnni í sokallaða sjónvarpsmálinum. Tvs. um landsstýrismaðurin hevur hildið seg til galdandi lógir og reglur, tá hann flutti sjónvarpinum pengar, so tað ikki fór í gjaldssteðg.

EFTIR okkara tykki er tað rætt at lata landsstýrismannin fáa hesa kanning. Hetta var so eisini tað, sum lá í kortunum, tá hann gjørdi av at heita á løgmann um at taka seg aftur úr sessinum. Bæði løgmaður og hansara egni flokkur tóku tá undir við, at ein kanning skuldi gerast av málinum. Signar á Brúnni, sum alla tíðina hevur mett seg at hava hildið landsins lógir segði tá alment, at hann vildi fegin reinsast í hesum máli. Hann segði samtíðis, at kom ein óheftur kanningarleiðari til ta niðurstøðu, at hann hevur borið seg skeivt at, so vildi hann eisini taka tað til eftirtektar.


LANDSSTÝRISMAÐURIN hevur alla tíðina víst á, at hann hevur fingið holla ráðgeving í hesum máli frá serkønum í fleiri aðalstýrum. Hann hevur entá reist málið í landsstýrinum og kunnað allar landsstýrismenninar, harímillum løgmann um alt málið. At løgmaður, sum hevur eftirlit við sínum landsstýrismonnum og skal tryggja, at teir ikki fyritaka sær nakað ólógligt, á hesum kunnandi fundinum við Signar á Brúnni ikki hevur lagt seg beinleiðis út í málið og steðgað eini møguligari ólógligari avgerð, má eisini kunna tulkast tann vegin, sum at løgmaður hevur góðtikið gongdina og avgerðirnar. Tvs. at hann hevur mett tað, sum landsstýrismaðurin hevði gjørt og fór at gera, vera rætt. Tann, sum tegir, hann samtykkir verður tikið til. Hetta er í hvussu so er ein sera áhugaverdur spurningur, og verður hann uttan iva eisini ein partur av kanningini, sum ein komandi kanningarstjóri skal gera. At fólkafloksmenn hava sett sett seg upp ímóti umrøddu kanning kann út frá hesi sannroynd ?vandamáli? tykjast náttúrligt. Men hinvegin er tað eisini beint ímóti tí, sum løgmaður hevur ?lovað? Signar á Brúnni.


VÍSIR kanningin, at Signar á Brúnni hevur gjørt nakað skeivt, so má almenningurin krevja, at ein líknandi kanning verður gjørd av øllum hinum landsstýrismonnunum, sum hava havt yvirtrekk. Verður landsstýrismaðurin reinsaður, so er tað bara gott, tí eingin hevur gleði av, at tað gongst einum landsstýrismanni illa, sum hevur handlað í bestu meining. Tí fyri tann, sum hevur fylgt hesum máli, er lítil ivi um, at landsstýrismaðurin hevur handlað í bestu meining, og eingin ivi er heldur um, at hevði landsstýrismaðurin latið sjónvarpið farið í hundarnar, so hevðist eisini verið funnist at tí.


ÁHUGAVERT verður annars at frætta, hvussu nógvir tjóðveldistingmenn hava skrivað undir ynskið um eina kanning av sínum egna landsstýrismanni. Tað kann hugsast, at ikki allir tjóðveldistingmenn hava skrivað undir, og um so er , tá er tað eisini í tráð við tær gitingar, sum hava verið um eitt internt valdsstríð í Tjóðveldisflokkinum. Tað tykjast at vera kreftir í flokkinum, sum ynskja Signar á Brúnni, har piparið grør.


NÚ verður so bíðað eftir, at tingformaðurin skal útpeika ein kanningarstjóra. Vit kunnu so bert vóna, at málið fær ta viðgerð, sum tað hevur uppiborið. Og at allur ivi eigur at koma tí skuldsetta til góðar.