Signar á Brúnni er 59 ára gamal. Hann starvast til dagligt sum lærari í Fuglafjarðar skúla og hevur verið lærari síðani 1969. Hann hevur áður átikið sær leiðarastørv í fólkaskúlanum, tá myndugleikarnir hava heitt á hann.
Skúlastjórin, ið hevur verið tvey tey seinastu árini, Símin Simonsen, hevur søkt lærarastarv aftur við skúlan frá 1. august í ár.
Varaskúlastjórin, Jóannes Fonsdal, hevur søkt um at fara frá vegna aldur frá 1. august í ár.
Mentamálaráðið fer at lýsa ósettu leiðarastørvini í Vestmanna leys um miðjan august, og roknað verður við, at størvini kunnu verða sett soleiðis, at nýggja leiðslan kann taka við eftir heystfrítíðina í ár.