Sigrid bleiv myrd beinanvegin

Tann 16 ára gamla norska gentan Sigrid Giskegjerde Schjetne bleiv eftir øllum at døma myrd longu innan fyri tað fyrsta samdøgrið, eftir at hon hvarv um náttina tann 5. august. Tað vísa fyribilskanningar sambært løgregluni í Oslo.

Líkið av gentuni varð funnið fyrrakvøldið. Løgreglan sigur, at tað var pakkað inn í fleiri løg av plastikki og toyi og lagt í eina brekku í einum skógarøki við býarpartin Østensjø. Er fyribilskanningin álítandi, hevði Sigrif verið deyð í ein mánað, áðrenn líkið bleiv funnið.

Løgreglan í Oslo hevur tikið tveir menn, sum eru ávikavist 37 og 64 ára gamlir, men teir nokta seg sekar. Sum skilst siga báðir seg kunna prógva, at teir høvdu einki við morðið at gera.