Sigrun er nýggjasti millióningurin í Føroyum

Sigrun Petersen varð í kvøld millióningur í Gekkinum. Milliónin skal brúkast til húsaskuld, góðar jólagávur og eina dreymaferð hinumegin jørðina

Nýggjasti millióningur í Føroyum eitur Sigrun Petersen.

Tað er greitt eftir, at gekkahjólið varð snarað í kvøld fyrr í kvøld.

Hetta er aðru ferð, at vinningurin í Gekkinum rundar milliónina og hetta er somuleiðis aðru ferðina, at vinnarin situr í Klaksvík og snarar hjólinum.

Sigrun Petersen er úr Klaksvík, men býr í Hoyvík og nú var hon í Klaksvík og ferðaðist.

Og hon kann saktans finna upp á okkurt at brúka vinningin til.

Hon og maðurin keyptu hús fyri trimum árum síðani, og ein góður partur av vinninginum skal brúkast til húsaskuld.

Men jólagávurnar verða uttan iva størri í ár, enn ætlanin var.

Og so hevur hon ein dreym um at sleppa til Hawaii at ferðast.

- Tað verður kanska í summar, sigur hon við Portalin.

Meiri um hetta í Sosialinum mánadagin.