Hon er fødd 1. november 1933 í Vestmanna, dóttir Jens Paula Danielsen av Stykkinum og Kathrinu f. Olsen av Válinum. Sigrun var gift við Tórálvi Nolsøe av Tvøroyri og fingu tey tvey børn, Jens Pauli og Katarina.
Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958, og hevur verið lærari í Vestmanna skúla 1958-59, Tórshavnar Kommunuskúla 1959-68, og í Venjingarskúlanum 1968-95. Hon fór úr starvi 1. januar 1996. Sigrun var á skeiði í serundirvísing í 1965 og 1966, pratikklæraraskeiði í 1968-69, ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya 1981-82 og tók hon serlæraraútbúgving í 1986.
Góða mamma, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum nú leygardagin og mong góð ár framyvir.
Børnini