Sigrun Wardum forkvinna í Javna

Á aðalfundinum í gjár varð Sigrun Wardum vald til forkvinnu í Javna. Nýggj í nevndini eru eisini Malena Arnholdsdóttir og Uni Petersen.

Sigrun Wardum er nýggj forkvinna hjá Javna. Sigrun er 54 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Í 1999 nam hon sær diplom í útbúgving og undirvísing á DSH. Í 2005 tók hon Master í kliniskari sjúkrarøkt og hevur einastu 6 ? 7 árini starvast sum undirvísari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Í tveimum skiftum áður hevur hon sitið í nevnd Javna, harav eitt skifti sum næstformaður. Sigrun tekur við eftir Óla Wolles, sum hevur verið formaður Javna seinastu tvey árini

- Hetta er eitt týdningarmikið starv, sum eg fari at gera alt, hvat eg kann fyri at at røkja fyrimyndarliga. Tað er við stórstu virðing og ikki sørt av bivan, at eg fari undir hetta starvið. Nógv er at taka fatur í, so tað ræður um at finna eitt gott stev. Eg havi álit á, at við góðum fólki afturat sær, fyrst og fremst úr limaskaranum hjá Javna, starvsnevndini og dagliga leiðaranum, skuldi alt farið at lagað seg. Og so havi eg eisini positivar væntanir til okkara samstarvspartnarar innan skúla-, almanna- og heilsuverk, sigur Sigrun Wardum, sum í løtuni er stødd uttanlands.

Nevndin í Javna er nú soleiðis mannað:

Sigrun Wardum, Tórshavn, forkvinna. Fríðbjørg Hammer, Tórshavn, Ólvuva Klein, Klaksvík, Laila Simonsen, Tórshavn, Malena Arholdsdóttir, Skáli, Sigrid Midjord, Tórshavn og Uni Petersen, Tórshavn. Hesia hava øll sitið í nevndin áður, uttan Uni Petersen, sum kemur í nevndina fyri fyrstu ferð. Uni er 44 ára gamal, útbúgvin maskinmeistari og jarðalisfrøðingur og starvast á Jarðfeingi sum jarðalisfrøðingur. Hann er giftur við Mariu Smith og eiga tey knapt trý ára gomlu Jórun Mai, sum hevur Downs Syndrom.