Sigur í heimasjógvi

Hvassi av Oyri endurvann í dag sigurin frá Norðoyastevnuni í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Harvið hava genturnar í Oyra bátinum, sum er mannaður við gentum av Norðskála og Eiði, fult stigatal eftir tvær tær fyrstu FM kappingarnar.

Men genturnar umborð á Tambar, sum er annað av 5-mannaførunum hjá Knørra felagnum, góvu eitt orduligt vink um, at tær ikki ætla at geva skarvin yvir. Hvassi var fremstur beinanvegin, og fjarstøðan til kappingarneytarnar øktist leingi og støðugt.

Á síðstu tvey hundrað metrunum settu tær umborð á Tambar ein orduligan endaspurt inn. Munurin fram til Hvassa minkaði og minkaði, men kortini var tað eingin ivi, tá ið bátarnir fóru um málið, at Hvassi hevði vunnið.

Drekin og Ørnin kappaðust eina løtu við Tambar um næstfremsta plássið. Ørnin noyddist tó at sleppa, men tær hildu Blik og Teistan, sum báðir hoyra til Argja Róðrarfelag, aftanfyri seg.

Talan var í øllum førum um endurtøku av plássunum á Norðoyastevnu. Men tað var munandi tættari millum bátarnar, enn tað var í Klaksvík. Tað kundi boðað frá, at talan fer at verða um tætta kapping í teimum fimm FM kappingunum, sum framvegis eru eftir.

Sundalagsstevna 2007 - 5 mannafør gentur

1 Hvassi 05:27.23

2 Tambar 05:29.24

3 Drekin 05:31.16

4 Ørnin 05:38.00

5 Blikur 05:46.13

6 Teistin 05:47.21

Støðan í FM - 5 mannafør gentur

1 Hvassi 14

2 Tambar 10

3 Drekin 8

4 Ørnin 6

5 Blikur 4

6 Teistin 2

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Teistin

2 Ørnin

3 Tambar

4 Hvassi

5 Drekin

6 Blikur