Sigur til KÍF og javnleikur á Skála

Tveir dystir í Atlantic Airways deildini eru spældir í dag.

 

Ì høllini í Kollafirði vann KÍF 29-21 á H71. KÍF var á odda 15-6 í steðginum. Tað einu løtuna í seinna hálvleiki kom H71 uppá 18-16, áðrenn KÍF veruliga fór í gongd aftur. Jakob Jónsson venjari hjá KÍF fegnaðist um sigurin, men var ikki glaður fyri, at H71 slapp inn aftur í dystin, og megnaði at hála inn aftur á leiðsluna.

 

Talan var um ein væl meira javnan dyst í høllini á Skála har StÍF og Kyndil spældu javnleik 22-22. Kyndil var á odda 12-7 í steðginum, og var á odda 20-14 eitt skifti í seinna hálvleiki.

 

Støðan í Atlantic Airways Deildini :

 

1 KÍF 9 267-204 +64 15 stig

2 VÍF 8 219-188 +31 12 stig

3 H71 9 247-233 +16 10 stig

4 StÍF 9 237-213 +24 9 stig

5 Kyndil 9 229-226 +3 8 stig

6 Neistin 8 194-205 -11 6 stig

7 Team Klaksvík 8 146-270 -124 0 stig