Sigurð trýr uppá Svartkjaftin

Sigurð Simonsen í Fuglafirði ivast ikki í, at svartkjafturin er ein av okkara heilt fáu møguleikum, sum eftir eru at menna okkara fiskivinnu

?Møguleikarnir í botnfiskinum undir Føroyum eru troyttir. Men eydnast hetta við svartkjaftinum, er møguleikar fyri eini virðisøking uppá hundraðtals milliónir, sigur hann

? Eg havi altíð trúð uppá, at , at svartkjafturin er eitt virðismikið tilfeingi

Sigur Sigurð Simonsen, tá ið vit spyrja hann, hvussu hann torir undir svartkjaftavinnu aftur í Føroyum, tá ið hugsað verður tann lúsingin, sum ævintýrið í sjeyti og áttatiárunum gav okkum. (Sí greinina omanfyri).

Sjálvur hevur hann drúgvar royndir í svartkjaftinum.

Hann var ein av undangongumonnunum í hesi vinnuni í sjeyti og áttatiárunum. Hann hevur fiskað svartkjaft frá 1974-84, m.a. við Giljanesi, áðrenn hann fór aðrar leiðir.

Hann sigur, at hann hevur alla tíðina trúð uppá møguleikarnar í svartkjaftinum.

Og longu í 1979 søkti hann um loyvi til ein svartkjaftabát at gera surimi.

Tað datt tó niðurfyri. Men dreymurin hevur alla tíðina livað.

Marknaðurin fyri surimi er eisini stórur

? Eftirspurningurin er umleið 550.000 tons um árið. Somuleiðis er prísurin á surimi góður og útlitini venda rætta vegin, tí prísurin er alsamt hækkaður í seinastuni.

? Prísurin hevur ligið um 17 krónur fyri kilo, men hendan seinasta mánaðin er hann hækkaður upp í yvir 22 krónur fyri kilo.

? Støðan er tann, at útboðið minkar, men eftirspurningurin veksur. ? Orsøkin til, at útboðið minkar, er, at kvoturnar avpollack í Alaska, eru skerdar og tað loysir seg betur at skera hann til flak, heldur enn at mala hann til surimi.

Annars er tað ongin annar í Evropa, sum gera surimi, uttan ein franskur trolari, men hann hevur tað bara til parttíðarfiskiskap.

Og hann avreiðir bara til felagið, sum eigur hann, sum brúka surimi í serligum framleiðslum.

Annars verður meiri enn helvtin av øllum surimi, sum verður gjørt í heiminum, gjørt burturur pollack, sum verður fiskað við Alaska.

Ongin ger surimi burturúr svartkjafti í Norðuratlantshavi.

Talan er tískil ikki sørt um undangonguarbeiði, sum fuglfirðingar nú ætla sær undir.

Sigurð Simonsen sigur, síðani føroyska svartjaftaævintýrið í sjeyti- og áttatiárunum, eru so mikið stór framstig hend á fiskitøkniliga og framleiðslutøkniliga økinum og marknaðinum, at tað er nógv sum bendir á, at tíðin er búgvin til ítøkilig tiltøk til tess at skapa okkum føroyingum eitt bein afturat at standa á.

Grundin til, at tað gekk so illa í áttatiárunum, var fyrst og fremst, at marknaðurin var ikki til staðar og at prísurin tí var vánaligur.? Tað er hann nú. Og prísurin er góður.

Ein annar trupulleiki er, at motororkan var ov lítil til at hava nakran serligan fiskiskap um veturin.

Men hann dylir kortini ikki fyri, at hetta er ein stór avbjóðing.

?Avbjóðingin liggur ikki í at fiska svartkjaftin, tí tað hava okkara sera dugnaligu fiskimenn langt síðani prógvað, at teir megna.

? Avbjóðingin liggur heldur ikki í at virka svartkjaftin til Surimi.

? Tað skuldi heldur ikki volt søluliðnum stórvegis trupulleikar at sloppið av við surimi, tí hetta er ein kend vøra, sum stórur eftirspurningur er eftir? Avbjóðingin hjá søluliðnum liggur heldur í at finna marknað fyri allar tær vørurnar, sum liggja ímillum ráfiskin og surimi, sum er endaframleiðslan, tvs at finna marknað fyri heilfrystum svartkjafti, skráskornum, fløkum av ymsum sløgum og farsi, tí viðhvørt kann tað loysa seg betri at gera tað, heldur enn surimi.

? Men tann allarstørsta avbjóðingin liggur í at fáa eina flakaverksmiðju, sum virkar nóg væl.

?Fyrr var ongin trupulleiki at skera svartkjaftin til flak.

? Men tá hevði verið lítið fiskað av svartkjafti og tí var væl av gomlum fiski uppií. Av tí sama var svartkjafturin væl størri í miðal

tá, enn hann er nú.

? Fyrst í áttatiárunum var svartkjafturin einar 29 cm til støddar í miðal. Men síðani er nógv fiskað av honum, og tí er meiri av smáum fiski uppí í, samstundis sum tilgongdin av nýggjum árgangum hevur verið stór. Úrslitið er, at nú er miðalstøddin á svartkjaftinum 24 cm, ella fimm sentimetrar minni, enn fyri 15-20 árum síðani.

?Og tann stóri trupulleikin er, at maskinurnar, sum eru, klára illa at skera tann smáa fiskin, sum nú er.

? Men teir, sum gera flakamaskinurnar hava arbeitt av kraft við at loysa trupulleikan, og nú eru teir komnir so langt áleiðis, at tann fyrsta maskinan skuldi vera liðug í næstu viku.

Sjálvur ivast hann ikki í, at svartkjafturin er ein av okkara heilt fáu møguleikum, sum eftir eru at menna okkara fiskivinnu?Møguleikarnir í botnfiskinum undir Føroyum eru troyttir. Men eydnast hetta við svartkjaftinum, er møguleikar fyri eini virðisøking uppá hundraðtals milliónir, sigur Sigurð Simonsen.


Sí eisini greinina: Stóra svartkjaftaætlanin hjá fuglfirðingum fyribils útsett